Tín keypskurv er tóm í løtuni!

Um okkum
Meskar
Vit hava fleiri árs royndir innan økir og vilja stimbra og menna vinnu við bestu tænastum og vørum.

Um okkum
Meskar.fo, fyrr nevnt Netamontering Sp/F, hevur í meira enn 20 ár verið ein álítandi partur av føroysku fiskivinnuni. Vit hava ment okkum frá einum lítlum virki til eitt dygdarhús fyri netamontering og útgerð, sum tænir fiskimonnum kring alt landið.
Navnabroytingin til Sp/f Meskar er ein liður í okkara framtíðarætlanum – at styrkja samleikan og víðka okkara tænastur. Men sjálvt um navnið broytist, so er kjarnin tann sama: góðska, arbeiðsháttur og tænastuheild, ið byggir á royndir og trúfesti.
Vit arbeiða tætt saman við kundum okkara, tí vit vita, at alt skal rigga – líka frá fyrstu festi til síðstu línu. Okkara útgerð og net verða tillagað eftir tørvi, og vit seta altíð dygd og haldføri fremst.
Vit eru errin av okkara avrikið og við nýggjum navnið og umstøðum koma vit at leggja lunnar undir framhaldandi tænastum og loysnum til vinnuna á sjógvi.
Starvsfólk
Okkara starvsfólk eru grundarsteinurin undir øllum, vit gera. Við hondverki, vitan og trúfesti tryggja tey dygd, sum heldur – dag um dag, ár eftir ár. Tað er tey, ið gera munin.
Jón Dahl
Stjóri
Hjalgrím Dahl
Stovnari
Una Højsted
Arbeiðsfólk
Andra Zachariasen
Arbeiðsfólk