Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Handilstreytir
Handilstreytir
Meskar.fo
Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki
FO-160 Argir – Føroyar
Telefon: (+298) 422465
Vtal: 457825
Sp/f meskar
Brúkari
Tú kanst skráseta teg sum brúkara á www.meskar.fo og skipanin goymir upplýsingarnar. So sleppur tú undan at rita upplýsingarnar inn umaftur næstu ferð, tú keypir frá meskar. Allir upplýsingar eru loyniligir fyri óviðkomandi. Um tú vilt strika brúkaran, sendir tú bert ein teldupost til [email protected] og brúkarin verður strikaður. Upplýsingar um navn og teldupost skulu latast, men verða ikki goymdir.
Gjaldshættir
Tú kanst gjalda við Dankort/VISA-Dankort, MasterCard og EuroCard.
Allir kostnaðir eru í DKK og eru íroknaðir mvg.
Gjaldsskipanin hjá Quickpay er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tínar kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.
Bíleggingarváttan verður send, tá ið keypið er framt.
Gjaldið verður tikið av tínari konto, tá ið vøran verður send ella er klár at heinta, um onnur avtala ikki er gjørd.
Útbering við Posta
Vørur, ið eru bílagdar frá meskar verða koyrdar út eftir 1-3 døgum. Umframt møguleikan at heinta vøruna í Meskar á Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki, sendir Meskar vørur til dyrnar eftir ynski.
Um vøran verður send við Posta, ber til at fáa eitt nummar at spora sendingina við.
Iðranarfreist
Prentvørurnar frá Meskar verða serliga framleiddar til tín, og av tí sama kann keypið ikki iðrast. Sí meira á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum www.bruk.fo
Kundar hjá meskar.fo hava 14 dagar iðranarrætt, fyri vøru (ikk galdandi fyri prentvørur) sum er bíløgd og keypt á meskar.fo. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi, tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at venda vøruna retur til meskar.fo.
Vøran skal sendast aftur til handilin hjá Meskar á Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki, í sama standi, sum hon var í, tá kundin fekk vøruna.
Fyri at unganga, at mann skal gjalda fyri eina virðisminking, kann mann sum tummilfingurreglu brúka tí meginreglu, at tað í øllum førum er loyvi til at kanna og royna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til Meskar tá iðranarrætturin verður brúktur.
Vøran skal sendast ella latast til:
Meskar
Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki
FO-160 Argir – Føroyar
Tá Meskar.fo hevur móttikið vøruna, ger felagið bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó, viss tað greitt framgongur, at vøran er brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður og vøran aftursend til okkara, verður iðranarætturin antin sýttur ella verður upphædd fyri virðisminking trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.
Um tað er brek við vánligu vørunum í handlinum so kunnu tit venda tykkum til
Endurgjaldskrav (reklamation)
Um brek eru á einari vøru, tú hevur keypt, skalt tú beinanvegin venda tær til Meskar.fo og fáa nærri kunning um, hvussu farast skal fram.
Endurgjaldskrøv kunnu ikki fevna um vørur, sum eru illa viðfarnar ella hava tikið skaða orsakað skeivari handfaring.
Í samband við endurgjaldskrøv á vørum, tú hevur keypt, rindar tú einans fyri uppruna-veitingina av vøruni.
Við støði í keypilógini, veita vit 2 ára endurgjaldskravsrætt upp á vørur keyptar frá Meskar.fo. Endurgjaldskravið fevnir um feilir í tilfari og framleiðslu. Endurgjaldskrøv skulu fráboðast innan 2 mánaðir eftir móttøku av vøruni.
Við endurgjaldskravi verður tú vinarliga biðin um at seta teg í samband við:
Meskar.fo
Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki
[email protected]
Tlf: +298 422465
Cookies
Vit nýta cookies á www.meskar.fo við tí endamáli at gera upplivingina á www.meskar.fo so góða sum gjørligt. Tú kann til eina og hvørja tíð sletta cookies á telduni hjá tær. Sí vegleiðing her: thagaard.org/cookiehandtering/
Klagumøguleikar
Klagur um vørur keyptar frá meskar kunnu sendast til:
Brúkaraumboðið
Skálatrøð 20
Boks 73
110 Tórshavn
www.bruk.fo
Við klagu verður tú biðin um at upplýsa okkara teldupost: [email protected], umframt heimasíðunavnið, www.meskar.fo
Felagið er skrásett við hesum upplýsningum
Sp/f meskar
Hólmagøta 6, 460 Oyrabakki
Føroyar
[email protected]
Telefon: +298 422465